![]() Baden Powell |
Søgulig viðurskifti Tá ið eitt skótalið hevur verið virkið í 75 ár, eru sjálvandi nógvar áhugaverdar hendingar at siga frá. Men ein treyt fyri, at sigast kann frá áhugaverdum hendingum er sjálvandi, at tey sum hava tikið lut hesi 75 árini hava hug og evni at siga frá. Og tá ið tað í skótaliðnum altíð hava verið fólk við sera góðum frásøguevnum og áhuga, so skortar ikki við áhugaverdum skótasøguligum tilfari. Hetta kemur m.a. til sjóndar í bók, sum skótaliðið gav út í 1951, tá 25 ár vóru farin síðani liðið fór til verka. |
|
Eitt, sum eisini er vert at nevna er, at hjá gulu skótunum skortar ikki við skótasøguligum fotomyndum. Vit kunnu enntá siga, at tað altíð hava verið nógvir gulir skótar, sum hava havt serligan ans fyri fotografering. Tí er onki at ivast í, at hópur av myndatilfari er til taks. Tað sum um ræður er, at stig verða tikin til at savna eitt rættuligt skótamyndasavn. Her eigur at verða nevnt, at Santa Jørunds Gildi í fleiri ár hevur savnað myndir, sum hava skótasøguligan týdning. Sum nevnt gav SSB í 1951 út bók, sum gevur eina áhugaverda mynd av teimum fyrstu 25 skótaárunum. Men nú skótaliðið hevur fingið heimasíðu á internetinum, verður - umframt at greiða frá teimum fyrstu 25 árunum, eisini farið undir av savna tilfar, sum kann geva eina áhugaverda mynd av teimum seinastu 50 árunum. Og í hesum sambandi verður heitt á fólk, sum hava skótasøguligan áhuga um at seta seg í samband við skótaliðið. Heitt verður sjálvandi eisini á tey, sum eiga myndir - um at siga okkum frá - soleiðis, at vit eisini kunnu fáa eitt so gott myndasavn sum gjørligt.
|
|